Tilboðið um ókeypis kikhostakoppseting til barnakonur verður longt

Av tí, at kikhosta farsóttin í Danmark ikki er av, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen gjørt av at leingja tilboðið um ókeypis koppseting ímóti kikhosta til barnakonur. Tilboðið verður longt til tann 30. apríl 2020.

Kikhosta farsóttin hevur verið verri at basa, enn fyrst hildið, tí hava donsku heilsumyndugleikarnir mælt til at leingja tilboðið um koppseting til barnakonur móti kikhosta. Landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum frá donsku heilsumyndugleikunum og longt tilboðið.

Tá barnakonur verða koppsettar, verða nýfødd børn vard teir fyrstu mánaðirnar, áðrenn tey sjálvi kunnu verða koppsett. Harvið verður byrgt fyri, at børnini gerast sjúk við kikhosta.

​Tær barnakonur, sum ynskja at verða koppsettar ímóti kikhosta, skulu venda sær til egnan kommunulækna.

Landsstýrismaðurin gleðist um, at barnakonur framhaldandi kunnu hava møguleikan at koppsetast móti kighosta.

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Lýsing Amarant

Please follow and like us:

3 thoughts on “Tilboðið um ókeypis kikhostakoppseting til barnakonur verður longt

  1. Wow! This blog looks just like my old one! It’s on a totally different topic
    but it has pretty much the same layout and design. Excellent choice of colors!

  2. Everything is very open with a very clear explanation of the issues.
    It was truly informative. Your website is very useful.

    Thank you for sharing!

  3. I like the helpful info you provide in your articles.
    I’ll bookmark your blog and check again here frequently. I am quite sure I
    will learn plenty of new stuff right here! Good luck
    for the next!

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.