Tíggju verkætlanir fingið stuðul til gransking

Í gjár hava umsøkjarar fingið boð um, hvørt tey hava fingið játtað stuðul frá Granskingarráðnum til verkætlanir teirra. Tað eru játtaðar tilsamans 7,450 mió. kr. til 10 verkætlanir.

Íalt 34 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um góðar 31 mió. kr. Játtanarparturin er um 30%. Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.

Tað er nýtilnevnda faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Bogi Bech Jensen, formaður, sigur:

– Tað hevur verið spennandi at lisið so nógvar og ymiskar umsóknir. Sum heild eru umsøkjararnir væl skikkaðir, og umsóknirnar væl grundaðar; tí kundu vit stuðlað meira, um játtanin var til tað. Fyri at varðveita okkara kappingarføri sum land er umráðandi, at vit gera íløgur í gransking. Tí er mín vón, at gransking fær hægri raðfesting komandi árini.

Sí yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/tiggju-verkaetlanir-fingid-studul-til-gransking/

Granskingarráðið

Please follow and like us: