Tíðindablaðið BT givin at selja bløð

Tann 31. desember 2022 var seinasti dagurin tú kundi keypa tíðindablaðið BT sum eitt vanligt blað, BT er givin at selja bløð og nú kemur tað bara út digital á netinum.

So er brennandi spurningurin, hví skulu vit í Føroyum blíva við at geva milliónir í miðlastuðul til blaðútgávu, tá ið tey í Danmark hava sæð skriftina á vegginum og gevast nú at geva bløð út í blaðútgávu.

Okkara meining í News.fo og Norðoya Portalinum er tann, at fjølmiðlastuðul ikki skal halda fram, tí tað er kappingaravlaðandi og nú er tíðin komin, at øll skulu vera líka fyri lógina, skal nakar hava fjølmiðlastuðul, so skulu øll hava fjølmiðlastuðul.

Hava miðlar hug at geva vanlig bløð út, so lat tey um tað, tey skulu ikki hava stuðul til tað og tonkja vit uppá orku CO2, so fara vit at spara nógva orku, tí papírbløðini brúka sera nógv tilfar, eitt nú at skulu sera nógv trø lata lív til at framleiða papírbløðini í Føroyum.

Hetta skrivar stjórin á BT um at tey eru givin við blaðútgávuni:
Kære læsere. For nogen af jer vil det, jeg fortæller nu, være en overraskelse, og andre af jer vil nok slet ikke tænke videre over det.

Det betyder måske ikke så meget for dig, der lige nu sidder med din mobiltelefon i hånden og scroller ned ad B.T.-siden, tjekker nyheder og læser med – som du gør hver dag flere gange om dagen.

Men hvis du lige har været nede og hente B.T. på stationen, i din postkasse eller sidder i toget og læser avisen, så betyder det nok noget…. les meira her: “B.T. bliver 100 procent digital og lukker avisen til nytår”

Tí skulu vit í Føroyum ikki blíva við til at stuðla blaðútgávum við milliónum, tey skulu klára seg sjálvi, eins og vit øll onnur.

Símun á Høvdanum

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author