Tíðin kanska komin at avtaka Smápartafelagið Visit Faroe Island?

Aftaná kjakfundin seinasta hóskvøld, má eg bara enn einaferð staðfesta, at alt hetta kjakið viðv. gongd í haga, botnar í, at ferðavinnuaktørarnir ikki vilja gjalda fyri upplivingar í føroysku náttúrðuni.

Tað er altíð lætt at selja eina góða vøru og tá ið Føroyar verður selt sum ferðavinnuland, er tað sjálvandi okkara vakra náttúrða, sum dregur.

Rokni ikki við, at útlendingar hava eina ambitión um at koma til Føroya at búgva á Hilton og eta á Burger King, nei tað er tað sermerkta við hesum landinum ferðafólkini sóknast.

Kjakið í samband við gongd í haga, eigur ikki at verða eitt kjak millum óðalsmenn, festibóndir, og annars tann vanliga føroyingin, sum ynskir at njóta ta føroysku náttúrðuna. Har eru eingir ongir trupuleikar og hevur hetta heldur ikki víst seg at vera ein trupuleiki stórtsæð og eingin tosar um krónur og oyru.

Trupuleikin byrjar, tá ið man hevur eina fatan, at ferðafólk, sum koma til landi, og gjalda fyri at uppliva hetta landi, ikki skulu gjalda fyri sína uppliving.

P/f Visit Faroe Islands hevur nátt sínum málið at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland, og møguliga er tíðin komin til at avtakað hetta partafelag. Samansetingin av P/f Visit Faroe Islands er jú soleiðis, at tað bert eru ávísir ferðavinnuaktørar, sum røkja egin áhugamál, ið eru við til at seta dagsskránna mótvegis politisku skipanini og øðrum annars.

Tað er jú ein generellur trupuleiki, um vit skulu finna semju um hvussu ein ferðavinna skal skipast kring alt landið og samstundis tryggja okkum, at menning eisini verður kring allar Føroyar.

Tað tykist mær eisini sera undarligt, at eitt nú Hagafelag Føroya, sum sigur seg verða ambassadør fyri náttúrvernd, stendur saman við hesum partafelagnum, hvørs høvuðsendamál er at fáa so nógv ferðafólk til Føroya sum møguligt. Hetta hongur ikki saman.

Búskaparfrøðingurin Jóannes Jacobsen skrivar á sínum vanga soleiðis:
Grundsúlan undir føroysku ferðavinnuni er – sum Bill Justinussen segði – at “fólk úr allari verðini streyma til fyri at síggja náttúruna og vilja sleppa út á ytstu punkt í Føroyum”. Tað vil siga, at tað er sjálv atgongdin til at ganga í náttúruni, sum er tænastan, føroyska ferðavinnan hevur at bjóða, og sum risastórur eftirspurningur er eftir. Dýrar pannukøkur og koppar av kaffi afturvið er ikki tað, týsk ferðandi koma her til.
Tað er tí lítið skilagott – serliga frá einum umboði fyri almennu føroysku ferðavinnuna – at mæla til, at ferðafólk ikki skulu gjalda fyri ta tænastuna, tey koma til Føroya fyri at fáa. Tvørturímóti má tað vera høvuðsuppgávan at finna prísir fyri tænastuna (atgongd til ymsu náttúruperlurnar), eftirspurningur er eftir at vitja, soleiðis at
1) túratalið til hvørt einstakt øki kemur á eitt støði, sum ítøkiliga økið kann bera
2) tey, sum eiga/umsita økið, forvinna so nógvan pening sum gjørligt burtur úr at selja atgongd til økið.

Eg hevði ongantíð vænta at verða samdur við Jóannes, men her má eg boyggja meg 😊 Kann nokk ikki lýsast greiðari.

Sjálvandi skulu vit hava eina ferðavinnu, sum er og verður eitt íkast til tann føroyska búskapin, men tað skal verða skil.

Loysnin vit arbeiða við, tekur støði í galdandi lóggávu og umfatar hetta eina fráboðanskyldu, ið er galdandi fyri øll.

Ein fráboðanarskylda tryggjar skipaði viðurskiftir og meta vit sjálvandi, at tað er Jarðir, sum skal umsita skipanina viðv. fráboðanarskyldu.

Aðalendamálið við einari fráboðanarskipan er:

• Øll skulu boða frá í samband við gongd í haga. Hetta er galdandi fyri vinnuliga ferðavinnu og vanliga hagagongd fyri persónar, sum ynskja at njóta ein túr í haganum. Vanligi føroyingurin skal ikki gjalda fyri hagagongd, men er talan um handilssliga hagagongd, so er talan um ferðavinnu og so er talan um gjald fyri hesar tænastur.
• Í samband við fráboðanarskyldu, verða eisini viðurskiftir í samband við trygd munandi betri, og nøktandi reglur og mannagongdir í hesum sambandi, kunnu tilrættisleggjast munandi betri.
• Ein fráboðanarskylda gevur eisini øllum nógv betri hagtøl at arbeiða við, serliga tá ið talan er um ferðavinnu og um evt. menning av konseptum á teim vitjaðu økjunum.
• Fráboðanarskyldan verður umsitin av Jarðir.

Símun Gullaksen, Facebook 20-10-2020

Lýsing Býráðsvalið 2020:

Veljið rætt tann 10. november, eg eri ímillum tykkum hvønn dag, ikki bara 4 hvørt ár, NEI, hvønn dag, SOLEIÐIS ERI EG.

Please follow and like us: