Tíðaravmarkað undantaksloyvi givið til taðing

Klaksvíkar kommuna gav 27. jan. 2022 Útistovuhaga v. Oddmar Gullaksen tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða á matr.nr. 1649a fram til 7 feb. 2022.

Undantaksloyvið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing. Víst verður til §6, stk. 3, har stendur, at kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt, at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Klaksvíkar býráð 27. januar 2022

Klaksvíkar Kommuna

Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: