Thormund Danielsen nýggjur formaður í Bláu Bylgju

Nýggja nevndin í Bláu Bylgju, Kristian Mikkjalson, Høgni L. Poulsen, Tormundur Danielsen, Bjørg Jónsdóttir, Anni Absalonsen, Selma F. Danielsen og Eydna Festurstein.

Nýggja nevndin í Bláu Bylgju, Kristian Mikkjalson, Høgni L. Poulsen, Tormundur Danielsen, Bjørg Jónsdóttir, Anni Absalonsen, Selma F. Danielsen og Eydna Festurstein.

Týskvøldið hevði Bláa Bylgjan aðalfund og har gjørdist greitt at tað verður Thormundur Danielsen sum verður nýggjur formaðurin, eftir at Jaspur Jakobsen hevur verið formaður í nógv ár, vit takka Jaspur fyri eitt serstakliga gott arbeiðið fyri Bláu Bylgju.

Í nevndina komu, Kristian Mikkjalson, Høgni L. Poulsen, Tormundur Danielsen, Bjørg Jónsdóttir, Anni Absalonsen, Selma F. Danielsen og Eydna Festurstein.

Nýggja nevndin er longu farin til verka og gjørdi tey sítt til at KÍ fekk ein javnleik móti Sheriff Tiraspol í gjárskvøldið, har stemmingurin var í topp og tey flestu vóru blá og hvít.

Her samrøða við nýggja formannin, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur tikið upp.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author