THOMAS SETTUR Í STARV SUM KOMMUNULÆKNI Í NORÐOYA LÆKNADØMI

Heilsutrygd hevur sett Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í Norðoya læknadømi. Thomas er settur í starvið, sum Magnus Magnussen í mong ár røkti.
Thomas Berthou nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2007 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014.
Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár í 2014 og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi.
Thomas Berthou tekur við starvinum eftir summarfrítíðina 2022, og tá vera tríggjar fastar læknaviðtalur á læknamiðstøðini í Klaksvík.
Klaksvíkar Kommuna
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: