Terror á Nýsælandi, yvir 40 dripin

Beint eftir fríggjadagsbønina var farin ígongd í Al Noor Moskuni í Christchrch í Nýsælandi, slógu yvirgangsmennirnar til og byrjaðu at skjóta frá hond.
Tá ið teir vóru lidnir at skjóta, høvdu minst 40 latið lív og í løtuni eru 48, bæði børn og vaksin til viðgerðar á sjúkrahúsinum í Christchurch.
Tað vóru tríggir mans og ein kvinna, sum nú eru blivin handtikin og politið sigur, at tað kunnu eisini vera enn fleiri í yvirgangsatsóknini á Al Noor Moskuni.
Her filmsklipp frá ABS News beint eftir hendingina.
Her hevur forsetin Jacinda Ardern tíðindafund um hendingina.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: