Teir ungu sluppu at royna seg

Flogbóltur: U17 Nevza-kappingin, dreingir: Føroyar – Noregi 0-3 (21-25, 20-25, 7-25)
Seinasti dysturin hjá dreingjunum í bólkaspælinum var í dag ímóti Noregi. Undan dystinum var longu greitt, at Hjørtur Joensen ikki fekk spælt, og tað gjørdi ikki uppgávuna lættari.
Væl við í 2 sett
Dreingirnir fóru tó undir uppgávuna við góðu treysti. At ein so royndur leikari sum Hjørtur Joensen ikki er við, er dyggur smeitur, tí hann tryggjar altíð nógv stig og gongur undan. Serliga tá ið ringast stendur til. Men tað skal so sigast, at hinir tóku ábyrgd, tí í báðum teimum fyrstu settunum var lítil og eingin munur á. Noreg var fyri tað mesta nakað frammanfyri, men Føroyar sleptu teimum ongantíð og høvdu sínar møguleikar líka til tað síðsta í báðum settunum.
Teir ungu
Helst yngsta uppstillingin í allari Nevza-kappingini kom á vøllin í 3. setti. Hesir dreingirnir kunnu vera við í 1,2 og enntá 3 tey næstu árini, so tað eru góðar royndir at fáa hjá teimum. Nú vita teir, hvat skal til og hvørjum skal arbeiðast meiri við. Tað er eisini eitt av endamálunum við slíkum kappingum.
Nú er ein dystur eftir. Hann er ímóti Onglandi um 5. og 6. Plássið. Tann dysturin er á skrá í morgin kl. 10.00 og sæst her: www.volleytv.dk/live
