Talið av deyðum veksur við tveimum, nú eru 22 deyð við korona í Føroyum

663 tilburðir í gjár og nú eru 4.831 smittað, 19 innløgd og 22 deyð við Korona

Í gjár vóru 663 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

38 kanningar eru enn ikki liðugt greinaðar. 1.294 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 4.831 smittað við korona, 19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: