TAKKARRØÐA 7. mai “Virkið Vár”

Ruddingarvikan og “Virkið Vár” 2.-7. mai 2022 🍀

Góðu tit øll, eg skal vegna kommununa, veita tykkum øllum eina hjartans tøkk fyri tykkara íkast, at gera hesa vikuna ruddiliga og virkna.
Henda kommunan sum fevnir einum býi, átta bygdum, á trimum oyggjum. Klaksvík, Árnafjørð, Ánirnar, Norðoyri, Svínoy, Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes.

Hetta er annað árið á rað, at vit hava Virkið Vár. Í ár skipaðu vit tað eitt sindur øðrvísi, men tó við sama góða endamáli, sum er at varpa ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at vit øll brúka nátturuna og har fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.
Í ár løgdu vit okkum serliga eftir at brúka miðbýarøkið, og at skipa Virkið Vár saman við grannum okkara, sum so vinarliga hava latið dyrnar upp.

Í dag og ígjøgnum alla vikuna, hevur nógv verið á skránni. Saman hava kommunan, áhugafeløg, felagsskapir, stovnar, virkir og borgarar, øll tikið lut í hesi virknu viku, ið er farin afturum. Við hendingaríka degnum í dag, seta vit punktum fyri hesaferð.

Treystið hevur runnið, Norðoya Gongufelag, heur gingið, Dragin hevur siglt túrar, borgarar og vinna hava ruddað og verið virkin. Høvuðs ferðsluæðrin í býnum hevur verið frí fyri bilaferðslu í heilar fimm tímar. Stórt barnatilak fyriskipað. Býargartnarin hevur útflýggjað plantupakkar.
Møguleiki hevur verið at vitja Býráðshúsið, Christianskirkjuna, Betesda, Politistøðina, Sløkkiliðsstøðina, Skúlatrøð, Bókasavnið, Kunningarstovuna og tikið eitt talv á úti talvborðinum.

Eisini varð skipað fyri áhugaverdari gonguferð, av “Varpinum til Varpið.” Takk til tykkum Per Jacobsen, Archibald Black, Sonju Ravnsfjall Kjølbro, Jóhannu á Tjaldrafløtti, Selmar Nielsen SNA/Kanjon og Dávur Winther fyri hugleiðingar um farna tíð og frágreiðinar um spennandi verkætlanir, sum eru framdar og sum liggja frammi í tíð.

Sum nakað nýtt og gott gamalt… verður ein táttur tikin uppaftur seinni í ár, at kjósa vakrasta urtagarð. Tit hava øll møguleika at senda uppskot inn til kommununa um hvønn urtagarð tit halda vera vakrast. Ein metingarnevnd fer síðani at gera túrar ígjøgum summarið og finna fram til vakrasta urtagarð í 2022.

Afturvendandi ruddingardagarnir eru ein góð áminnig á okkum øll um, at hvør einstakur ger mun. Málið má vera, at vit øll hugsa um at hava eitt vakurt, ruddiligt og reint umhvørvi. Tað er ikki líkamikið hvussu vit liva, vit gera øll mun og hava eina ábyrgd at vera fyrimyndir hjá uppvaksandi ættarliðnum.

Vit mugu minnast til, at tá ið vit koyra VEKK, so er tað onki sum bara blívur vekk, alt fer onkustaðni. Aðalmálið má vera, at vit ikki skulu verja umhvørvið, men liva so vísiliga, at umhvørivinum ikki nýtist verju.

Vit hava í dag uppliva, hvussu nógvir møguleikar eru at vera virkin í okkara kommunu. Hjá hvørjum einstøkum okkara fyllir dagliga arbeiði ein stóran part av samdøgrinum, men sagt verður, at… Frítíð er eitt slag av kvirru, ikki tøgn. Tað er sjálvskoðan, sum vit uppliva, td. tá ið vit loyva sinni okkara at hvíla, síggja børn spæla, skoða okkara vørku náttúru, eygleiða aldur, ein rennandi foss ella uppliva gudgivin dulsmál. Kvirra, har sinnið hvílir…

Eg fari at enda við slagorðinum hjá Fólkaheilsuráðnum – ver virkin – ver saman – ver hugbundin. Latið okkum vera tað og eisini eggja hvønn annan til tað.

Góðu tit øll, takk fyri ein frálíka virknan dag og fyri tykkara týðandi leiklut í at gera hetta til eina væleydnaða viku.

Eisini takk fyri hesa løtuna í hesum frágerða spennandi húsi, sum skjótt fer at lata dyrnar upp.

Gunvá Við Keldu, Facebook 15.05.2022

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: