Merkisdagar Tíðindi

TAKK Jógvan á Høvdanum f. 20.09.1979 – d. 06.01.2019

Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði pápi, sonur og beiggi so brádliga fór av foldum.

Jógvan á Høvdanum
f. 20.09.1979 – d. 06.01.2019

Vit ynskja at bera eina serstaka takkarheilsan til tykkum bæði, Annbjørg og Tróndur, sum fóru til Onglands at taka tykkum av tí praktiska og neyðuga í sambandi við at fáa Jógvan heim. Og til tykkum bæði, Maria og Kent við familju, fyri umsorgan, tá ið Jógvan kom heim.

Takk fyri vitjanir, stuðul og hjálp heima hjá okkum á Jørundsgøtu; ein serlig tøkk til tín, góða Hilda.

Takk til organist, klokkara, sangarar og berarar. Og takk fyri hornblástur og vakran sang í kirkjuni, Andras Sólstein og Kim Hansen.

Takk til prestarnar Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum fyri góð og troystarfull orð.

Takk fyri blómur, kransar og heilsanir, og takk til tykkum, sum ringdu og skrivaðu. Takk fyri allan matin, ið varð givin okkum bæði heima og til ervið, og takk til tykkum, ið mintust Jógvani við minnisgávu til sonin, Eyðfinn.

Somuleiðis ein takkarbøn til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum og til tykkum øll, sum fylgdu Jógvani til hansara seinasta hvíldarstað.

Familjurnar vegna,
Eyðfinn Jógvansson á Høvdanum, mamma, pápi og systkin við familju.

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.