Taki frástøðu frá úttalsinum hjá Marnu

Sum nevndarlimur i Demokratia, so taki eg frástøðu frá úttalsinum hjá Marnu Jacobsen limi i Demokratia.

Eg haldi hetta er undir alt lágmark , at ein persónur, við heitinum nevndarlimur og fyrrverandi forkvinna i Demikratia úttalar seg soleiðis sum hon gjørdi.

Mær vitandi, so er hetta ikki umrøtt i nevndini, og heldur ikki samtykt at Marna Jacobsen kann úttala seg a slikan hátt.
Fleiri personar hava vent sær til min, og spurt, um hetta er sjónarmiðið hjá Demokratia.

Mitt svar er einkult, mær vitandi er hetta ikki umrøtt i Demokratia, og eingin semja um at hendan daman skal úttala seg vegna felagsskapin.

Eg vóni at KVF tekur málið upp aftur beinanvegin.

Vinarliga
Annfinnur Garðalíð
Nevndarlimur
Demikratia

Her filmsklipp hjá Marnu Jacobsen í KVF, klikk link niðanfyri:

https://kvf.fo/greinar/2022/08/05/eiga-hugsa-um-adrar-moguleikar-fyri-figgjarligum-studli?fbclid=IwAR2qPYZWRvbxVQ1Y7pdPqu3kUZSaMRd-9AKa-LYB7zWCgQlUfZaOiKyLVk0

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: