Størv Tíðindi Tøkni

Steinbjørn Hardlei rektari á Glasi

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi. Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt hevur hann sertifiseraða altjóða útbúgving innan broytingarleiðslu. Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum. Hann hevur leiðsluroyndir frá Les meira…

Politikkur Tíðindi

Stjórnarleiðarar styrkja samstarvið

Í hesum døgum vitjar grønlendski landsstýrisformannin Kim Kielsen Bárð á Steig Nielsen, løgmann. Stjórnarleiðararnir høvdu í fund í gjár. Teir settu sær sum mál at menna samstarvið landanna millum enn meira. Teir umrøddu vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum. Teir avtalaðu at hava tætt samstarv og samskifti um felags avbjóðingar á trygdar- og verjuøkinum. Stjórnarleiðararnir Les meira…

Politikkur Tíðindi

Tórshavnar kommuna á odda á orkupolitiska økinum

Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð ein framsóknan orkupolitikk, sum leggur upp til at minka um útlátið av veðurlagsgassum við 50 % í 2025 í mun til útlátið í 2016. Fimm miljónir vórðu játtaðar á fíggjarætlanini í 2020 til endamálið, og í langtíðarætlanini fram til 2025 eru settar av 13,5 miljónir krónur um Les meira…

Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir Norðurlendskur meistari í 100 metur ryggsvimjing

Signhild Joensen frá, Ægir drottningin innan svimjing í Føroyum vann fyrsta gullmerkið til Føroyar á NM 2019 í Tórshavn, tá ið hon í finaluni vann trygt 100 metur ryggsvimjingina á stuttgeil. Hon kom inn við 1:01.21 heili  1.99 sekund frammanfyri Julia Stenhård frá Svøríki og nummar trý gjørdist Kertu Kaare frá Estonia. Eitt sera flott Les meira…

Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Allir fiskiskapur hjá bólki 5B skal steðgast í kvøld kl. 23.00

Hetta er eitt ræðuligt skil, fiskurin gerð næstan landgongd og so kann hann ikki fiskast av teimum smáu útróðrarbátunum í bólki 5B, sum hevur fingið HARRABOÐ, at allur fiskiskapur hjá bólki 5B, skal halda uppat í kvøld kl. 23.00. Her má handlast skjótt, tí sjálvandi skal fiskurin fiskast, alternativi er, at hann doyr í hungri Les meira…

Heilsuverkið Tíðindi

Kaj Leo Holm Johannesen á fundi við Alzheimerfelagið

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var í síðstu viku á fundi við umboð frá Alzheimerfelagnum, har tey greiddu frá um raðfestingarnar á demensøkinum. Landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið hjá felagnum, og hvørjar avbjóðingar eru á demensøkinum í dag. Harafturat varð tosað út frá demensætlanina ”Gloymsk, men ikki gloymd” frá 2015, og hvat krevst fyri at Les meira…

Politikkur Tíðindi

Góðir landsfundur hjá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin helt sín árliga landsfund í dag í Tórshavn. Nógv fólk vóru komin saman á Hotel Hafnia og var fundurin bæði góður, lívligur og við hópum av talum. Fundurin byrjaði kl. 13:00, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum helt sína árligu formansrøðu og hon var bæði long og góð. Hann legði dent á, at nú Les meira…

Politikkur Tíðindi

Fólkflokkurin hevur landsfund leygardagin 16. nov

Landsfundur Fólkafloksins verður á Hotel Hafnia í Tórshavn leygardagin 16. november 2019 kl. 13:00. Floksformaðurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, byrjar fundin við formansrøðu síni. Næst honum leggja landsstýrisfólk floksins Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fram um teirra málsøkir. Síðani fáa tingfólk floksins orðið, at greiða frá tingarbeiðinum. Les meira…

LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

Løgtingið til arbeiðis aftur í dag

Endiliga verður Løgtingsfundur aftur og hesaferð vera tað fundur bæði í dag, í morgin og fríggjadagin. Skráin fyri Løgtingsfundin í dag er hendan: Mikudagur, 6. November 2019, kl. 11:00 1.    Ófráboðaðir fyrispurningar 2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland) Málið verður beint Les meira…

Ítrottur Tíðindi

Startlistarnir til FM á stuttgeil 2019

Nú fríggjamorgunin hin 1. november byrjar FøroyaMeistarastevnan á stuttgeil 2019, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir eru klárir og síggjast her á livetiming.se. Vit gleða okkum til eitt spennandi vikuskifti sum verður avgerandi fyri úttøkuna til NM/NJM í somu høll um mánaðarskiftið november/desember, og fyri úttøkuna til EM á stuttgeil í Glasgow í desember. Kelda: svimjing.com Les meira…