Tíðindi

Vánaligt veður í løtuni, í hvirlunum upp til 37 m/s í Klaksvík

Tað hevur verið sera vánaligt veður í Klaksvík í nátt og í morgun. Landverk upplýstið klokkan 06:55 í morgun, at í hvirlunum var upp tit 37 m/s í Klaksvík, Gerðabøur. Hetta verður eina løtu afturat, men so skuldi batnað út á morgunin og seinnapartin. SáH Gomul Tíðindi: KÍ hølvaði SP Tre Fiori av í Gundadali Les meira…

Ferðavinna Ítrottur Tíðindi

Smyril siglir ikki fyrrenn kl. 18:45 í kvøld, Ægir veðurfast í suðri

Svimjikapping var í Vági seinasta vikuskiftið, men túrurin hjá svimjarnum hjá Ægir hevur verið sera langur og eru svimjarnir hjá Ægir ikki komnir heim enn. Onkur svimjarar komu norður við Smyril sunnumorgunin kl. 05:00, men onkrir svimjarar eru enn eftir í suðri, tí kapping var eisini sunnudag og hesir sleppa ikki heim aftur fyrrenn einaferð Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Veðri

Tvey seyðhús fóru í spønir í Klaksvík

Í ódnini í gjár fóru tvey seyðhús í spønir. Eitt var uppi á Fossum og eitt á Ástarbreytini. Eisini hevði eitt fjós fingið nakað av skaða, har rútar vóru farnir ígjøgnum. Klaksvíkar Sløkkilið hevur verið og lagt trol á, so seyðahúsini ikki gera meira skaða har á leiðum. Ikki sær tað tespiligt út. Her filmsklipp Les meira…

Bráðtíðindi Tíðindi Veðri

Føroya Politi biðja borgarnir vísa størsta varsemi

Fyri góðum hálvum tíma síðan kom Føroya Politi við hesari ávaringini: Orsaka av ringa veðrinum, er tilbúgvingin kring landi sera nógv upptikin og av teirri orsøk, kann bíðitíðun tíanverri verða long. Heitt verður tí á allar borgarar um at vísa stórsta varsemi tá farið verður út. Somuleiðis heita vit á borgarar, at royna tað teir Les meira…

Bráðtíðindi Heilsuverkið Tíðindi Tøkni

Onki telefonsamband í Klaksvík og tað er kolandi stormur

Tað er als ikki gott nokk, vit hava kolandi storm og nógv kann henda og so hava vit onki telefonsamband í Klaksvík í løtuni. Hetta skrivar Føroya Tele á teirra Facebook síðu. KUNNING UM BREK: Illveður er í dag, og hetta hevur ført við sær, at brek er á einum sjókaðalsambandi millum Eysturoynna og Streymoynna. Les meira…

Fiskivinna Tíðindi

Fuglberg og Skoraberg brotið túrin av vegna veður

Í kolandi storminum í mogun komu Fuglberg og Skoraberg aftur á Klaksvík. Teir høvdu hála 5 ferðir  eystanfyri og høvdu fingið góð 80.000 pund av upsa. Klokkan var 9, tá ið teir løgdu at bryggju við Kósakajuna. Teir byrjaði túr fyri tveimum døgum síðani. Landa verður til Kósian og væntandi fara teir út aftur, tá Les meira…