Merkisdagar Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Ársaðalfundur hjá Norðoya Fólkafloksfelag tann 12. mars

Ársaðalfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag verður í Gamla Seglhúsinum, hósdagin 12. mars 2020 kl. 19.30. Skrá: · Nevndin gevur frágreiðing um farna árið. · Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar. · Val av nevnd. · Val av limi & eykalimi í floksleiðsluna. · Val av tveimum roknskapargrannskoðarum. · Ymiskt Møtið fjølment Norðoya Fólkafloksfelag  

LØGTINGIд19 Politikkur

Norðoya Fólkafloksfelag er liðugt við sína uppstilling til Løgtingsval 2019.

Valevnir okkara eru: • Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna • Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður • Beinir Johannesen, býráðslimur Vit fara við góðum treysti til eitt løgtingsval og leggja alla orku í at vinna vali og mynda eina komandi samgongu. Vit hava ein greiðan boðskap og vilja fremja okkara politik, sum er øllum føroyingum til gagns og frama. Les meira…

Heilsuverkið Tíðindaskriv Tíðindi

Føroyingar heimsins bestu heilsu

Føroyska sjúkrahúsverkið kostar eina millard árliga. Tað er ein stór avbjóðing at loysa trupulleikarnar í heilsuverkinum, tí fólkastreymurin inn á sjúkrahúsini er vaksandi. Játtanir røkka ikki og sjúkrahúsverkið má fáa eykajáttan oman á eykajáttan. Tað er tí alneyðugt at vit seta heilsufremjandi átøk í verk. Tað at sjúkrahúsverk kosta nógv, er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Les meira…

Bráðtíðindi Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stillar upp til fólkatingsvalið

So leingi sum vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og hava okkara umboð á fólkatingi, so skal fólkatingssessurin verða ein pallur, sum skal brúkast til at varpa ljós á Føroyar, føroyingar og føroysk áhugamál. Har skulu vit halda eitt vakið eyga við øllum, sum viðkemur Føroyum. Av málum, sum eg vil arbeiða við, kunnu nevnast Les meira…

Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Sosialistiski staturin má steðgast.

Fólkaflokkurin er ein borgarligur og frælslyntur sjálvstýrisflokkur. Vit ynskja tjóðarfrælsi, men tað skal verða við borgarligum frílyntum politikki. Okkara borgarar og vinna skulu í miðdepilin . Tað skal ikki verða eftir socialistiskum leisti, har staturin er miðdepilin og har landskassin leggur sína køvandi hond á alt og øll . Eitt stýri, sum ikki lurtar eftir Les meira…