Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Líðhamar 6.330 pund og Norðsøki 8.912 pund í dag

Klokkan 08:30 kom Líðhamar aftur við 6.330 og hálvan tíma seinni kom Norðsøki og teir hvødu 8.912 pund. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar. Tað mesta var hýsa og toskur, eisini var eitt sindur av brosma, longa og annað fiskaslag. Teir báðir havt roynt við línu norðan fyri Føroyar. Landa bleiv til NFCS. SáH

Fiskivinna Tíðindi

Líðhamar best fríggjadagin, teir høvdu heili 12.620 pund

Líðhamar hevði eisini ein sera góðan túr fríggjadagin. Teir høvdu 12.620 pund og høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Teir komu eisini á Klaksvík klokkan trý, beint frammanfyri Bragd og við N.F.C.S. lág Kallanes og landaði, sjá filmsklipp herundir. Veiðan hjá Líðhamar bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til N.F.C.S.