Merkisdagar Tíðindaskriv Tíðindi

Komið- og syngið við í Kunoyar Kirkju

Hóskvøldið hin 24. okt. kl. 19.30 verður “syng-við-sálmakvøld” í Kunoyar kirkju. Eitt sang – og sálmakvøld fyri allar aldursbòlkar. Vit fara at syngja sálmar úr sálmabókini – og ískoytinum. Næmingar frá Urguskúlanum í Christianskirkjuni luttaka. Marjun Lómaklett fer at hava stutta andakt. Aftaná verður ein góður drekkamunnur at fáa. Veri hjartaliga vælkomin!