LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

Sjúrður og KvF farin undir valstríðið til Løgtingsvalið!

Meðan samgongan og landsstýrisfólkini “spæla” politikk (tey hava jú ikki meirilutan fyri nøkrum politikki), eru Sjúrður Skaale og KVF farin undir at skipa valstríðið til komandi løgtingsval. Í staðin fyri at tosa um politiskta atgerðarloysið, sum hevur kostað føroyska skattgjaldaranum ørðandi milliónaupphæddir, orsaka av meirnýtsluni av byggiverkætlanum sum Glasir og H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, eru Sjúrður Les meira…

FÓLKATINGIд19

Filmsklipp: Jacob Vestergaard, Fólkafloksfólk farið á val

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrv. landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eina áheitan til allar fólkafloksveljarar: – Tað umráðandi, at allir fólkafloksveljarar fara á val og vísa, at Fólkaflokkurin kann standa sterkur. Bæði til fólkatingsval og til løgtingsvalið seinni í ár. Fert tú á val, vinna vit valið. Føroyar hava brúk fyri Fólkaflokkinum 👍💚

FÓLKATINGIд19

Renna undan ábyrgd!

Í staðin fyri at taka ábyrgd av egnum atgerðarloysi, sendir landsstýrismaðurin løgregluna eftir ábyrgdarpersónum á Landsverk. Hann hevur í fleiri førum greitt Løgtinginum frá, at alt hevur verið í fínasta lagi á Landsverk. Tað letur til, at landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og restin av landsstýrinum, við løgmanni á odda, hava gloymt lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Lógin Les meira…

Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Løgtingið farið í summarfrí 3. mai. Tey flestu standa spyrjandi.

Í staðin fyri at lýsa veruligu orsøkina til at Løgtingið er farið í summarfrí, hevur kringvarpið heldur latið løgmann og landsstýrisfólk fáa fría mikrofon at renna undan ábyrgd og geva andstøðuni skyldina fyri, at nógvu málini ikki blivu avgreidd í Løgtinginum. Seinasta mánaðin hevur tað verið greitt, at samgongan hevði mist meirilutan, og at møguleikarnir Les meira…

Fiskivinna Politikkur Tíðindi Vinna

Aftur í 60-ini!

Tey royna at verja mislukkaðu fiskivinnunýskipanina, lógina um sjófeingi, sum setur karmar kring eina niðurlaðing av føroysku fiskivinnuni. Lógin um sjófeingi er ein fløkja av tí aðru verð og er ófullfíggjað á fleiri økjum. At lógin longu er broytt fleiri ferðir, og at tað nú eru 37 broytingar til viðgerðar í Tinginum, eru tíðilig dømir Les meira…

Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Jacob Vestergaard: Hokus Pokus, so nú ber alt til

Nú ber tað væl til at byggja eitt tjóðleikarhús við útlendskum pengum sambært Tjóðveldinum við uppskotinum hjá formanninum í Tjóðveldinum um uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega úttanhýsis fígging til at byggja tjóleikhús. Tjóðveldi noktaði 300.000,00 kr. til myndalist til Landssjúkrahúsið frá Kongafamiljuni og Novo Nordiskt fekk eisini noktaði svar frá Tjóðveldinum og Les meira…

Politikkur Tíðindi

Bretlands-avtalan er ein vánalig avtala

Landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, kallar tað ein fríhandilssáttmála við Bretland, men í veruleikanum er hetta eitt avrit av vánaligu handilsavtaluni, sum vit hava við ES. Sáttmálin gevur bretskum vørum fría atgongd til føroyska marknaðin, meðan vit renna okkum í tollmúrar, um vit fara at “meirvirka” okkara fiskavørur og selja tær til Bretlands. Landsstýrismaðurin segði tað so Les meira…

Politikkur Tíðindi

Vit hava onki at skammast av.

Tað var væntað, og eisini væl skilligt, at tey, ið halda seg hava patent uppá umhvørvisvernd, fóru at misskilja mín boðskap við vilja. Val er í nánd, og veðurlagsbroytingar eru bráðliga á dagskránni, so nú gongur upp fyri samgonguni, at hon svartasta onki hevur útint á veðurlagsøkinum og umhvørvisøkinum í heila tikið. Eg verði lagdur Les meira…

Politikkur Tíðindi

Byggigølan á Glasi – tey eru skelka!

Nú gremja tey seg, løgmaður, landsstýrisfólk og ikki minst forkvinnan í Fíggjarnevndini, um støðuna á Landsverk, og fleiri av teimum eru skelka. Ógoldnar rokningar fyri 10-tals milliónir eru funnar á Landsverk seinastu dagarnar og tey vænta at finna fleiri. Ruðuleikin er fullkomin. Tey látast sum um tey onki hava hoyrt og siga seg vera óvitandi Les meira…

Politikkur Tíðindi

Glasir!

Undirritaði tók ikki undir ikki við at játta pengar til Glasir, ásannandi, at tað framhaldandi er Landsverk, sum skal standa fyri liðugtgerðini av Glasi. Gongdin við byggingini hevur víst, at Landsverk ikki hevur hast førleika at stýra verkætlanini. Bæði tíðarætlanir og kostnaðarmetingar hava verið broyttar ferð eftir ferð. Tað er ongin trygd fyri at tað, Les meira…