Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Vælverudepilin nærkast

Undirritaði var eisini og hugdi eftir hølinum tann 5. apríl í ár og tá var tíðarætlanin, at vælveradepilin skuldi standa liðugur áðrenn summarferiuna, men nú verður upplýst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, at hann verður liðugur seinni í summar, men spennandi verður, tá ið hann  einaferð letur upp. Eri bara eitt sindur keddir av, at Les meira…

Ferðavinna Tíðindaskriv Tíðindi

Atlantic Airways gjørt samstarvsavtalu við AirFrance-KLM

Atlantic Airways hevur júst gjørt eina samstarvsavtalu við stóra franskt/hollendska flogfelagið AirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Føroyum. Talan er um eina sokallaða interline-avtalu. Við avtaluni gerast Føroyar meiri atkomuligar fyri ferðafólkum úr 314 ymsum ferðamálum í 116 ymsum londum, og Atlantic Airways kann sostatt taka uppaftur størri lut í menningini av føroyskari Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Rókur Trygvason úr Ægir vann í stórum stíli í 200 metur bringu á FM

Rókur Trygvason tók táttin upp eftir systir síni Rebekku og hølvaði alt av í 200 metur bringur hjá monnum. Hann kom á mál heili seks sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Rani Jacobsen frá Susvim og tíðin hjá honum varð 2:36.00, nummar trý gjørdist Niels Nattestad frá Havnar Svimjifelag og hann hevði tíðina 2:45.69. Flott Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Martin V. Sivertsen frá Ægir kláraði kravtíðina til NMU

Einast svimjari í hylinum ígjár, sum kláraði at svimja seg undir eina kravtíð og sostatt sleppa saman við hinum svimjarum á landsliðnum til stóru kappingar í Europa var Martin V. Sivertsen úr Ægir. Hetta gjørdi hann meistarliga í 200 metur frí, har hann hevði tíðina 2:06:09 og kravtíðin til at koma til NMU var 2:07.25. Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindaskriv

Konsert v/Kirkjukór- og Kallakór Vopnafjarðar úr Íslandi í kvøld kl. 18.00 í Christianskirkjuni

Fríggjakvøldið, 13. apríl kl. 18.00, verður konsert v/Kirkjukór- og Kallakór Vopnafjarðar í Christianskirkjuni. Kórleiðari er Guðjón Böðvarsson. Kórini framføra kirkjuligar kórsatsir, Íslendskar fosturlandssangir, umframt onkrar negro spirituals. Hjartaliga vælkomin á konsert fríggjakvøldið kl. 18.00.

Ítrottur

Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open

Í morgin seinnapartin fer føroyska svimjilandsliðið við Atlantic Airways til Bergen, har tey fer at luttaka í Bergen Swim Festival 2018. Fyri Ægir luttaka, Sólva A. Sigðursson, Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Signhild Joensen og Rókur Trygvasson. Venjarin hjá Ægir Jaime Arroyo verður eisini við á túrinum sum landsliðsvenjari. Var og tók nakrar myndir av Ægir Les meira…