Tað skuldi verið dómaraparið, sum skuldi fingið tað bláa kortið ígjár

Ígjøgnum allan dystin var Team Klaksvík leikarin Vuk Stevonovic útsettur fyri hørðum taklingunum, lág á gólvinum í heilum, har ein hørð takling fyri og onnur eftir blivu gjørd ímóti honum og tað fekk ongar fylgjur fyri Kyndlamonnum, dómarnir lótu sum luft og lótu harða spæli halda fram og tá ið dysturin nærkaðist endanum, ja, so fekk Vuk Stevonovic bláa kortið fyri hesa hending, sjá myndirnar herundir.

News.fo og Norðoya Portalurin sat bara 2-3 metrar frá hendingini og hetta var tað eg sá og her myndirnar, øll hendingin tók 19 sekundir, frá tí at Vuk Stevonovic fór ígjøgnum til hann fekk, fyrst reyða kortið og so tað bláa kortið, sjá myndirnar herundir.

Dómarnir vóru als ikki teirra uppgávu vaksnir, teir gjørdu alt ov nógvar feilir og mín meining er, at skuldi nakar fáa bláa kortið, so var tað dómaraparið Bárður Danielsen og Rógvi Danielsen.

Team Klaksvík tapti dystin tepurt 25-23, men stuttligt var at síggja Team Klaksvík ígjár, hvussu nógv teir stríddist fyri hvørjum bólti og vóru uppsettir at vinna dystin,  bert spell at dómarnir oyðiløgdu dystin.

SáH


Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: