TAÐ SKAL VERA ÓKEYPIST AT KOYRA ÍGJØGNUM NORÐOYATUNNILIN

Í hesari tingsetu hevur Landsstýrið lagt tilsamans 85 mál fyri Løgtingið, men onki mál er komi fram um at “TAÐ SKAL VERA ÓKEYPIST AT KOYRA ÍGJØGNUM NORÐOYATUNNILIN” og nú gongur ikki meira at draga hetta málið út. Tíðin er komin at Fólkaflokkurin heldur síni vallyftir.
Veit ikki um FÓLKAFLOKKURIN æltar at brúka Norðoyatunnilin til valagn aftur til næsta Løgtingsval, men heldur ikki Fólkaflokkurin ikki síni vallyftir, so kann væntast, at vit bert fáa 1 tingmann/kvinnu í Norðoyggjum næstu ferð val verður.
Landi sparir nógvar milliónir í umsiting við at tað verður ókeypist at koyra ígjønum Norðoyatunnilin, eisini sparir landi nógvar pengar í leigu og nevndarsamsýningum, so tað er ongantíð ov skjótt at gera tað.
Fyri okkara vinnulív her norðuri hevur tað stóran týdning, vinnulívið verður meira kappingarført og sparir milliónir í tunnilsgjaldið.
SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
SáH