Tá Havnafólk tosað og skriva um fiskivinnuna og alivinnuna, so ruggar ikki alt rætt

Hetta skrivar ein politikkar hjá Fólkaflokkinum í gjár á sín Facebook vanga “Útlendingar skulu ikki eiga i føroysku fiskivinnuni og stýra okkara tilfeingi – longri skal handan søgan ikki vera !”, men hvat vita hesu fólk um FISKIVINNUNA og ALIVINNUNA, tey vita slett onki um hesar vinnur, tí tey eru bara í dunnuhylinum í Tórshavn og har er ongin Fiskivinna og Alivinna, jú tey fáa allar pengarnar til Tórshavn og oysla teir burtur í almennari umsiting, sum vit í flestu førðum slett ikki hava brúk fyri, longri skal handan søgan ikki vera!

Eitt Fólkaflokkurin átti at gjørt nú og ikki sum Kringvarp Føroya og so nakrir politikkara í Kontórshavn gera konstant, har tey leggja eftir okkara Fiskivinnu og Alivinnu, tað er at vit fara at rudda upp í almennu kongaríkinum í Tórshavn.

Vit hava túsundtals fólk, sum sita í almennu umsitingini, sum vit als ikki hava brúk fyri og sum okkara FISKIVINNUNA OG ALIVINNA betalur, hvat við at vit gjørdi eina útrokning, at fyri hvønn hundrakrónuseðil Fiskivinnuna og Alivinnan betalti til landi, so fór 5,00 kr. til almenna umsiting at umsita henda hundrakrónuseðilin fyri og so fóru 35,00 kr. í skatti og avgjøldum, 40,00 kr. íalt, tað skuldi verið ríkiligt at goldið til almennu Føroyar, vit eru jú bara 53.000 fólk og ein kann spyrja, hví skulu vit hava eina almenna umsiting, sum kostar okkum milliardir og har 90 prosent av pengunum enda í Kontórshavn og har vit í útjaðarnum í Føroyum og Danski Blokkurin skulu betala hetta risastóra gildi hvørt ár?

Sannheitin er hendan, vit hava ongan politikkara í Føroyum, sum tora at rudda upp í Tórshavn, longri skal handan søgan ikki vera! 

SO VERÐUR TAÐ IKKI GJØRT.

Símun á Høvdanum

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author