Heilaskaðar: Tá fólkini eru útskrivaði, so vera tey slept upp á fjall, hoyr Radarin her

Ein sera áhugaverd sending, um hvussu fólk við heilaskaða vera viðgjørd í Føroyum. Í sendingini verður sagt, at tað er heilt gali, um man verður raktir og býr úti á bygd, tí tá verður man burturgloymdur, tað er nógv verri at vera raktir á bygd enn tá ið man býr í Havn…….. um heilt illa verður til, so verður man “livandi grivin” sitat, Ólavur Højgaard.

Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið.

Hetta skrivar Maria Samson Christensen um sendingina og hoyr Mariu, um hvussu tað gekk fyri seg, tá ið mamman hennara Petrina Samson Pedersen fekk heilabløðing og gongdini hjá henni.

“Tá eg bleiv spurd um eg vildi verða við í Radaranum, var eg ongantíð í iva um at siga ja. Ikki tí eg so gjarna vildi fortelja um søguna hjá mammu míni, men meira fyri vónandi at kunna verða við til at seta fokus uppá manglandi umstøðurnar hjá teimum, ið eru rakt og hjá teirra avvarandi.

Eg haldi tað er sera umráðandi at vit og onnur ið eru rakt av hesi støðu standa framm og rópa um hjálp, annars verður onki gjørt.

Í ár er løgtingsval, so vónandi fara fleiri valevnir at taka hetta til sín, men ofta verða tey bleytu virðini ikki eins høgt raðfest her í samfelagnum. Tað er stórur tørvur á at tað verður handlað og ikki bara føgur vallyfti, nú valár er”.

Maria Samson Christensen

Hoyr radarin her, “Radarin: Gloymd endurmenning”

SáH

Radarin: Gloymd endurmenning sendingin, hoyr sendingin her, klikk á myndina.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: