Svínoy er eisini partur av Klaksvík, hygg eftir ótespisligum myndum her

Tann árligu ruddingarvikan var frá 2. – 7. mai, men Svínoy sum eisini er ein partur av Klaksvík bleiv gloymd.

Á Eiðinum í Svínoy sær ræðuligt út, har hevur ein byggifyritøka frá Klaksvík svína alt til við teirra burturkastið og hetta er tað fyrsta ferðafólkini síggja tá ið tey koma til oynna.

Eitt tað fyrsta ferðafólkini síggja er ein rusta bingja, sum er skola oman av nógva briminum í vetur og tað sær út sum at bingjan ongan góðan eigur. Hetta er ein amboðsskúrur og sum heimildarfólki upplýstið, so var hópin av amboðum í bingjuni, men sum nú er sløtt út runt alt økið á Eiðinum.

Klaksvíkar Kommunu skuldi givið hesari byggifyritøku eina viku at fáa sítt lort burtur av Eiðinum ella má Klaksvíkar Kommuna beina teirra burturkast fyri teirra rokning, tí hatta er stór skomm fyri Svínoy, sigur eitt heimildarfólk fyri News.fo og Norðoya Portalin, sjá myndir herundir.

Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu:
Sum partur av ruddingarvikuni fara skúlar, dagstovnar, býráðslimir, starvsfólk o.o. at rudda ymisk øki í kommununi.

Eisini verður heitt á familjur og einstaklingar um at rudda kring síni egnu hús og í egnum nærumhvørvi, soleiðis at okkara felags umhvørvi verður enn ruddiligari og harvið vakrari og betri at liva, virka og trívast í.

Borgarar kunnu heinta rusksekkir í Miðlan allar yrkadagar í tíðarskeiðinum 29. apríl til 6. mai. frá kl. 10:00 til 16:00 (fríggjadagin 6. mai hevur miðlan opið til kl. 15.00) Heitt verður á fyritøkur og borgarar, um sjálvi at burturbeina ruskið í Endurnýtsluni hjá kommununi, sum er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 16:00 til 19:00 og leygardag frá kl. 13:00 til 19:00.

Men ongin fyritøka burturbeindi ruskið í Svínoy og har sær ræðuligt út nú og hetta má burturbeinast skjótast gjørligt, nú ferðafólkini eru byrjaðu at koma til oynna.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: