Svimjing: Reysta stevnan útsett vegna Corona smittuna

So hevur Corona virussið eisini fingið avleiðingar fyri ítróttartiltøk í Føroyum. Hetta skrivar Svimjisambandi á teirra heimasíðu, sjá niðanfyri.

Reysta-stevnan í fyrstu atløgu útsett til hin 21. mars 2020

Góðu tit øll

Soleiðis sum støðan er við hesi corona-smittuni, hava vit í samráð við Svimjifelagnum Reysta avgjørt at fyribils útseta stevnuna sum skuldi verða í morgin, leygardag hin 7. mars 2020, til í fyrstu atløgu leygardag hin 21. mars 2020.

Hetta nýggja tíðspunkt er har FS sambært kalendaranum skuldi hava sína stevnu, sum tíverri er avlýst ella útsett vegna hallartrupulleikar.

Eg vóni at tit skilja støðuna. Beint nú er alt rættiliga óvist viðvíkjandi hvussu vit best fyrihalda okkum við ítróttartiltøkum, nú hendan smitta er komin til Føroyar, men verður tann støða vónandi betri um ikki alt ov langa tíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Please follow and like us:

One thought on “Svimjing: Reysta stevnan útsett vegna Corona smittuna

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.