Sviar ov sterkir til endans

U17 Nevza-kappingin, dreingir: Føroyar – Svøríki 1-3 (25-23, 23-25, 19-25, 17-25)

Eftir ósigurin í morgun skuldu føroysku dreingirnir royna at reisa seg. Mótstøðuliðið var Svøríki.

Fyrstu bæði settini vóru sera jøvn og spennandi. Føroysku dreingirnir høvdu funnið stevið eftir nakað av einum vónbroti í fyrsta dystinum. Og hóast nógv stóð á, eydnaðist tað okkara dreingjum at vinna fyrsta settið við minst møguligum muni.

Gongdin var tann sama í 2. setti, men tað sást, at svenska liðið var gott. Serliga vóru servurnar skarpari, og okkara dreingir høvdu trupult við at koma upp á javnt. Settið koppaði til sviar við minst møguligum muni, og so vóru liðini komin líka langt. Eftir hetta mugu vit bara siga, at sviar høvdu eitt hægri gear enn vit, í servu, álopi og kanska ikki minst blokki.

Hóast framgongd, standa dreingirnir við ongum stigi, nú fyrsti dagurin er leiktur. Næsti dystur á skránni hjá okkara dreingjum er ímóti Danmark í morgin kl. 9.00, og hann sæst her:
https://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c

Besti leikari hjá Føroyum: Hjørtur Joensen

Føroyska U17 landsliðið: Bjarni Joensen, Julian Vest Niclasen, Jógvan Kári Birgirsson, Hjørtur Joensen, Jógvan Gøthe Magnusson, Niklas Hallgren Niclassen, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Mattias Nolsøe Isaksen, Hørður Joensen
Please follow and like us:

5 thoughts on “Sviar ov sterkir til endans

  1. First of all I would like to say wonderful blog! I had
    a quick question that I’d like to ask if you do not mind.
    I was interested to know how you center yourself and clear your head before writing.
    I’ve had a tough time clearing my thoughts in getting my thoughts out.
    I truly do enjoy writing but it just seems like the first 10 to 15 minutes tend to be
    lost just trying to figure out how to begin. Any recommendations or hints?
    Many thanks!

  2. After I originally commented I seem to have clicked the -Notify me
    when new comments are added- checkbox and from now on whenever a comment is added I recieve 4 emails with the same comment.
    Perhaps there is a means you are able to remove me from
    that service? Cheers! quest bars http://bit.ly/3jZgEA2 quest bars

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.