Super úrslit hjá Føroyum á Djúpumýru, 1-1 ímóti Norður Makedonia

Hetta var fyrsti altjóða landsdysturin í U-21 EM undankappingini nakrantíð í Klaksvík og tað eydnaðist Føroyar at fáa eitt frálíkt úrslit, úrslitið bleiv 1-1 eftir at Føroyar legði seg á odda í 8. min. við málið frá Andras Johansen, hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki tók Norður Makedonia yvir og hevði tað mesta av spælinum og teir javnaði í 55. min. við málið frá Marko Gjorgjievski.

Ofta leikaði hart á frammanfyri málinum hjá Føroyum, men tað eydnaðist at halda tætt og dysturin endaði 1-1 og eitt stig afturat til Føroyar.

Sera flott klára av føroysku spælarnum.

Her søguliga málið hjá Føroyum, sjá herundir.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: