Sunnudagin verður stórfingnað gáva handa í Kunoy

Sunnudagin 24 okt. kl 16-18, fer føroyska listakvinnan Rannvá Kunoy, at handa eina stórfingnað gávu til bygdafólkið í Kunoy, tað er ein málningur ið kemur at hanga í bygdahúsinum í Kunoy.

Rannvá er dóttur Páll í Útistovu í Kunoy.

Umframt lættari ábit og tónleik, verður møguleiki at heilsa uppá Rannvá og síggja hennara listaverk.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bygdafelagið Vesturskin og Kunoyar Kommuna

 

Please follow and like us: