Ferðavinna Tíðindi

Summarstevna í Mikladali 2019

Summarstevnan hjá MSF í Mikladali verður vikuskiftið millum Ólavsøku og Summarfestivalin

Fríggjadagin 2. august og leygardagin 3.august skipar Mikladals sóknar fráhaldsfelag fyri sínum árligu summartiltøkum til frama fyri felagið.

Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið klokkan 21.30, og klokkan 23.00 verður skipað fyri kvøldsetu við ymiskum hugna og sangi.

Leygardagin verður serliga lagdur dentur á ymisk útitiltøk. Bubu vitjar, kondibingo niðan á Háls, pylsu- og seyðagrill o.a.

Leygarkvøldið byrjar eydnuhjólið kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00, tá lutaseðlarnir verða trektir. Kaffisølan er opin í erva bæði kvøldini, meðan eydnuhjólið fer fram.

Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 leygarkvøldið. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30

Øll eru vælkomin.

Visit Kalsoy og MSF

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.