Summarfestivalurin 2020 avlýstur

Landsins størsta tónleikatiltak verður ikki hildið í ár. Summar Festivalurin boðar í kvøld frá, at eingin festivalur verður hildin í 2020. Orsøkin er koronusmittan.
Myndugleikarnir hava boðað frá, at eingin stór tiltøk skulu haldast fram til endan av august, og eingi útlit eru fyri, at hesi tilmæli verða broytt. Tí hevur Summar Festivalurin nú tikið endaliga støðu um, at festivalurin verður ikki hildin í ár.
– Vit harmast, at vit mugu avlýsa, men vit hava ikki annað val. Tilmælini um frástøðu og avmarkingar í at savna fólkamongdir gera, at vit kunnu ikki halda Summar Festivalin í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum.
Øll atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin í 2020, verða galdandi til festivalin í 2021. Arbeitt verður við at flyta høvuðsnøvnini í ár til festivalin næsta ár. Meira verður at frætta um hetta seinni.
Um onkur ynskir at lata sítt atgongumerki innaftur og fáa pengarnar endurgoldnar, kann tað gerast í seinasta lagi 31. juli 2020. Á heimasíðuni sf.fo kann meira lesast um, hvussu atgongumerki kunnu latast innaftur.
Øll atgongumerki til Summar Festivalin 2020 verða flutt til 2021. Um tú vilt lata atgongumerki innaftur, kann tað gerast fram til 31. juli 2020.
ATGONGUMERKI 2020 GALDA Í 2021
Øll atgongumerki til Summar Festivalin 2020 verða galdandi til Summar Festivalin 2021. Hetta verður gjørt automatiskt. Tí skalt tú einki gera, um tú ætlar at brúka atgongumerkið næsta ár.
ATGONGUMERKI KEYPT ONLINE
Atgongumerki til Summar Festivalin 2020, sum eru keypt online, kunnu latast innaftur fram til 31. juli 2020. Fyri at fáa atgongumerki strikað og pengarnar endurgoldnar, skalt tú senda teldubræv til adressuna sf20retur@gmail.com. Upplýsast skal navn og bíleggingarnummar.
ATGONGUMERKI KEYPT Í HANDLI
Atgongumerki til Summar Festivalin 2020, sum eru keypt í Telebúðum ella øðrum handli, kunnu latast innaftur fram til 31. juli 2020. Hetta eru prentað atgongumerki. Atgongumerkini skulu sendast í brævi til: SF Music, Postboks 212, 710 Klaksvík. Atgongumerki skulu leggjast í brævbjálvan saman við kontonummari, sum pengarnir skulu flytast til. Summar Festivalurin endurrindar eisini postgjaldið.
SUMMAR FESTIVALURIN 2021
Summar Festivalurin 2021 verður hildin 5. til 7 august.
SPURNINGAR
Spurningar um atgongumerki ella annað kunnu sendast til sf20retur@gmail.com
Summarfestivalurin