Súlur spæla sær á Vágni í Klaksvík í morgun

Haldi tað er eitt sindur sjálvsamt at síggja tvær Súlur spæla sær á Vágni í Klaksvík í morgun.
Tók onkrar myndir av teimum, men eri dekan ov langt burturúr fyri at fáa ordiligar myndir av teimum báðum.
Tær hava funnið eitt gott mið ímillum Tummas T og Jákup B. við Kósabrúnna og har hava tær stoytt seg niður fleiri ferðir.
Her nakrar myndir, men veðrið er vánaligt og tað var torført at fáa tær í fokus frá Helnabrekku av.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: