Stuðul játtaður til 4 nýggjar havgranskingarverkætlanir

Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 14 mió. kr. til 4 samstarvsverkætlanir. Hetta eru fyrstu játtanirnar frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðinum 2020-2023.

Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi. Faknevndin legði stóran dent á styrkt samstarv gjøgnum ph.d. og post.doc. verkætlanir við granskingartíð í øðrum londum.

Talan er um 2 ph.d.-verkætlanir og 2 post.doc.-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark, umframt Norra og Skotlandi.

Les meira á

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-jattadur-til-4-nyggjar-havgranskingarverkaetlanir/

Ensk útgáva:

https://www.gransking.fo/en/resources/news/funding-awarded-to-4-new-marine-research-projects/

Granskingarráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: