Processed with VSCO with e7 preset

💚💚 Stuðlið Barentshavinum!

Hóast ikki serliga kunnug við fiskivinnupolitikk, skal ikki nógv skil til at síggja tað lívsneyðuga í, at føroyingar halda fram at fiska í Barentshavinum hóast Putin hevur lopið á Ukraina.

Føroysku skipini Enniberg úr Havn, Gadus og Sjúrðarberg úr Klaksvík, Akraberg úr Fuglafirði og Arctic Viking úr Kollafirði fiska nú í Barentshavinum.
Einar 250-300 familjur við avloysarum liva av teirra monnum, ið fiska í Barentshavinum hvørt ár.

Vit eiga eini 20.000 tons av toski, hýsu, upsa og rækjum, sum hava eini 500 mió. kr. í útflutningsvirði árliga fyri okkara landshúsarhald.

Russar fiska afturfyri eini 75.000 tons av svartkjafti, 13.300 tons makrel og 7.000 tons sild, umframt hjáveidu í føroyskum øki.

Tað er harmuligt, at stórir politiskir flokkar sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava skinklað í ráðaloysi um týdningin av hesum fiskavirðum fyri Føroya fólk.

Tjóðveldi stuðlar hesum fiskiskapi, tá sovjetiski kommunistaflokkurin ráddi fyri borgum. Nú er teirra stuðul kólnaður.

Nú nærkast løgtingsvalið, og nú rysta teir bæði á hondum og í knøum, og teir mala sum veðurhanar, tá Landstýrið nú heldur fast um sína støðu at varðveita Barentshavið sum føroyskt livibreyð fyri hálva milliard kr. árliga.

Vit fingu sáttmála við Rusland og Norra um okkara trívegis fiskiskap síðan 1977.

Nú byggja føroyingar tríggjar stórar nýggjar trolarar til fiskiskap eystanfyri. Enniberg, Gadus fyri yvir 400 mió. kr. hvør og Akraberg fyri eitt vet minni.

Tí er lívsneyðugt, at Føroyar gera sítt ítasta fyri, at hesum skipum, teirra manningum og hundraðtals føroyingum kunnu varðveita okkara livibreyð í hesum fiskiskapi.

Fólka- og Sambandsflokkurin í landstýri hava hildið fast um framhaldandi fiskiskap, hóast kríggið í Ukraina.
Normenn vita altíð, hvørjari síðu av teirra breyðflís smørið er smurt.

Tí er sjálvsagt, at Føroyar eisini halda fast um framhaldandi at fiska hjá hvørjum øðrum.

So kann Putin vera tað bølmenni, hann hevur valt at vera.

Sum valevni hjá Fólkaflokkinum stuðli eg av heilum hjarta føroyskum fiskiskapi í Barentshavinum í russiskum og norskum sjógvi frameftir.

Mona Breckmann Wescott.
💚X við Fólkaflokkin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: