Strandferðslan setir Corona – tiltøk í verk

Sambært tilmæli frá landsmyndugleikum í samband við Coronasmittuna setir Strandferðslan hesi tiltøk í verk frá fríggjamorgun 13. mars 2020:

Høvuðsskrivstovan á Tvøroyri
Dyrnar á høvuðsskrivstovuni verða stongdar, men tó ber til at ringja 343000 gerandisdagar ímillum kl 08-16.
Øll alneyðug ørindi á Strandferðsluni verða bert gjørd eftir avtalu.
Fyrisitingin arbeiðir heimanífrá, og miðað verður ímóti at avgreiða uppgávur, svara telefon og teldupostum sum vanligt.
Farstøðin og farmadeildir

Farstøðin letur aftur fyribils. Hetta merkir, at ongin søla, harímillum kortavgreiðsla og persónlig kunning um ferðslu verður tvær tær næstu vikurnar. Í hesum tíðarskeiðnum verður víst til telefon nummar 343000 og heimasíðuna ssl.fo
Farmur verður avgreiddur sum fakturering, og smápakkar verða ikki avgreiddir.

Søla umborð á skipum og bussum
Umborð á Smyrli og Teistanum verður ongin søla av mati ella drekkandi frá hóskvøldinum 12. mars
Kaffiautomatirnar verða stongdar umborð á øllum skipum
Kømur verða ikki útleigað umborð á Smyrli

Koyring hjá Bygdaleiðum
Leið 300 koyrir ikki umvegis flogvøllin frá 12. mars

Kontantsøla og gjaldskort
Mælt verður øllum ferðandi frá at brúka reiðan pening og ístaðin brúka gjaldskort
Í teimum bussum har ikki er møguligt at brúka gjaldskort verður mælt til gott handreinføri

Ferðafólkaflutningur
Hægst loyvda ferðafólkatal á Smyril, Teistanum og Sam verður 100 ferðafólk per túr, og heitt verður á ferðafólk at halda hóskandi fjarstøðu og hava í huga smittuvanda.

Heitt verður á ferðafólk ikki at reika runt í skipinum og virða skelti.

Hesi tiltøk verða fyribils galdandi til 30. mars

SSL

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.