Stramma verður upp við duravørðum

Í dag hevur Løgtingið viðgjørt matstovulógini, har 1. viðger var um uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.

Hetta er eitt sera stórt uppskot, heilið 33 síður, sjá her: “Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)”

Nógv bleiv tosað um duravørðarnir og hetta stendur um Duravørðar í uppskotinum:

Duravørðar
§ 13. Duravørðar í fyritøkum, sum hava skeinkiloyvi, skulu hava loyvi frá
Loyvisnevndini.
Stk. 2. Loyvi at virka sum duravørður kann veitast persóni, sum
1) hevur fylt 18 ár og er myndugur,
2) ikki er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær vanda fyri,
at starvið verður misnýtt, og
3) ikki hevur víst tílíka atferð, at orsøk er at halda, at hann ikki fer at røkja
starvið á fullgóðan hátt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um duravørðar, undir hesum reglum um førleikakrøv o.a

Altíð gott við reglum, men at hava heilið 33 síður til eina matstovulóg, er kanska dekan ov nógv av tí góða.

SáH

Lýs her: Klikk á myndina omanfyri og síggj okkara fantastisku prísir!!!

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author