Stórur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Í dag er ein stórur dagur fyri okkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi! Lóa Lenvig Hansen hevur síðani 1. november 2019, verið í læru sum føðsluatstøðingur í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Skúlaskeiðini hevur hon tikið á Hotel og Restaurantskolen í Keypmannahavn. Hon fekk sveinaprógvið tann 8. oktober og endaði við einum flottum 12 tali og bleiv innstillað til gull heiðursmerki.

Í dag er lærutíðin liðug og hetta er sostatt hennara seinasti arbeiðsdagur.

Vit, starvsfelagarnir í køkinum, ynskja henni hjártaliga tillukku og takka fyri góðu tíðina.

Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: