Stórt met við Koronu, 1125 tilburðir í gjár, ein deyður afturat og nú eru 19 deyð við Korona

1125 tilburðir í gjár og nú eru 4971 smittað, 2 innløgd og nú eru 19 deyð við korona
Í gjár vóru 1125 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð. 3782 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 4971 smittað við korona, tvey eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 19 eru deyð við korona í Føroyum
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: