Stórsigur til KÍ, Páll Klettskarð í hopla

KÍ vann stórsigur á TB í dag, teir vunnu heilið 7-0 og tað var ikki eitt mál ov lítið, teir skuldi kanska vunnið 12-0.

Tað var stórur munir á liðnum og KÍ spældi TB sundur og saman ígjøgnum allan dystin.

Stóri maðurin í dystinum var Páll Klettskarð, hann skoraði heilið 4 mál, hann skoraði til 3-0, 5-0, 6-0 og 7-0, sostatt vann KÍ 7-0 og liggja klárt á odda við 53 stigum.

Víkingur vann 3-1 á HB og teir eru 10 stig aftanfyri KÍ.

Málini vóru hesi:

1-0 26 min. Oddmar Færø

2-0 28 min. Sumareh Bubacarr

3-0 31 min. Páll Klettskarð

4-0 27 min. Heini Vatnsdal

5-0 39 min. Páll Klettskarð

6-0 71 min. Páll Klettskarð

7-0 81 min. Páll Klettskarð

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: