Stormurin Malik hevur rakt Føroyar og rakar Danmark um nakrar tímar

Veðurkort Windy klokkan 09:15 í morgun tann 29.01.2022

Tað verður gjørt nógv burtur úr storminum Malik í Danmark og tey fyrireika seg nú av øllum alvi til at møta Malik.

Tíðindasendingar biðja fólk vera varin og taka alt leyst upp og væntandi rakar hon Danmark um miðdagsleitið í dag og Malik hasar ikki av aftur fyrrenn sunnumorgunin.

Hetta verður ein av teimum haraðastu storminum í Danmark í 4-5 ár verður boðað frá. Væntandi vera nógvir skaðar á hús og annað og nógv trøð fara um koll í nógva vindinum og tað kann eisini leiða til at vegir og annað verður stongt.

Lat okkum vóna at tað ikki verður so ringt og ansi nú væl eftir tykkum í Danmark.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: