Stóra flogbóltsbrakið verður í Klaksvík í dag

Steypa-flogbóltur: Badmintonhøllin, Klaksvík, klár til brakið leygardagin

Badmintonhøllin í Klaksvík, er nú klár til til hálvfinalu-brakið leygardagin, tá 4 hálvfinalurnar verða leiktar í hesi røð:

Kl. 13.00 MM Mjølnir – SÍ
Kl. 15.00 MK SÍ – KÍF
Kl. 17.00 MM Fleyr – ÍF
Kl. 19.00 MK Fleyr – Mjølnir

Fólk hava í allan dag arbeitt við at leggja Taraflexgólvið á, eina og annað arbeiði er gjørt runt vøllin, so høllin er ikki at kenna aftur.

FM 1 sigur beinleiðis frá dystunum og byrjar at senda frá klokkan 12,00 (leinkja á http://www.xn--milar-jta.fo/) , eins og KVF stroymir allar dystirnar beinleiðis – leinkja sæst til hetta á www.kvf.fo.

Kelda: Flogbóltssambandi tann 15.02.2019

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: