Stong út hjá KÍ og taptu teir 2-0 til B36

Fyrsti dysturin í landskappingini varð leiktur leygardagin á Djúpumýru.
KÍ fekk vitjan av B36 og tapti uppiborið 2-0, tó at KÍ bæði rakti bæði yvirleggjaran og stongina, men tað bleiv til tað, stong út og stigini fóru suður til Tórshavn.
Dysturin var alt annað enn góðir, einki flótandi spæl hjá báðum liðunum og reint út sagt ein sera keðiligur dystur. Tá eitt korter var eftir fekk KÍ gyltan møguleika at leggja seg framum, men Jóannes Bjartalíð misbrúkti risa málmøguleikan og rakti stongina frá stuttari fjarstøðu, har átti hann havt skorað og so hevði dysturin heilt sikkurt enda við sigri til KÍ, men eydnan var ikki við KÍ og bert fimm minuttir seinni, so hevði B36 lagt seg á odda, har málskorarin gjørdist danin Sebastian Pingel og tá dysturin næstan var liðugur økti B36 um leiðsluna, tá ið KÍ verjan als ikki var sína uppgávu vaksin og gav bóltin til Meinhard E. Olsen og hann kundi ótarnaður koyra bóltin í tóma málið til endaliga úrslitið 2-0 til B36.
Samanumtikið ein uppiborin sigur til B36, tað var lítið og einki skil á spælinum hjá KÍ og álopið var slett ikki til staðar í Djúpumýru leygardagin.
Nú leygardagin skal KÍ til Tvøroyar at spæla ímóti aldurforsetanum TB og tann dystin skal KÍ vinna, men tað er altíð torført at spæla við Stórá og ofta eru vit farin tómhent norður aftur.
Koyr á KÍ.
Her myndir frá leygardegnum.
[Best_Wordpress_Gallery id=”69″ gal_title=”Fótbóltur 2020 KÍ – B36 0-2 09052020″]
Gomul tíðindir: