Stokkut var gleðin, koronatalið reyp uppaftur

default
Skrivaði mánadagin at endiliga gekk smittan í Norðoyggjum niður, tí tá blivu bert 5 smittaði sunnudagin, men gleðin var stokkut, tí í gjár blivu heili 39 smittaði afturat og tað er tað hægsta síðani 24. oktober, tá blivu 61 smittaði.
Vit hava eisini eitt av heimsins størstu koronatalið pr. 100 K íbúgvar teir seinastu 14 dagarnar, talið er komi upp á 6.552, so stórt tal havi eg ikki sæð nakrastaðni í heiminum enn bara í Norðoyggjum.
Nú er at vóna at øll fara at koppseta seg og at øll halda fjarstøðu og spritta seg teir næstu 14. dagarnar, so at man aftur fær tamarhald á smittuni.
Vit vóna at vit fara at klára at halda saman við at halda fjarstøðu.
SáH