Størsta smittutal við koronuvirus í Føroyum nakrantíð, 913 tilburðir í gjár

913 tilburðir í gjár og nú eru 4466 smittað, 2 innløgd og 17 deyð við korona

Í gjár vóru 913 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3912 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4466 smittað, eingin er innlagdur vegna, tvey eru innløgd við korona, og 17 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsamálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: