Støkk-inn til triðju koppseting

Sjúkrahúsverkið fer nú undir at geva 3. koppseting. Klaksvíkar Sjúkrahús koppsetir í Skálanum í Klaksvík.

Leygardagin, 30. oktober, verður støkk-inn koppseting til 3. koppseting, í Skálanum í Klaksvík, á Bøgøtu 11.

Hetta tilboð er hesaferð til fólk omanfyri 65 ár, ella 65+. Treytin fyri at fáa 3. koppseting er, at tað eru meira enn 6 mánaðir og 14 dagar, síðani 2. koppseting. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll omanfyri 65 ár, sum hava fingið 2. koppseting áðrenn 16. apríl 2021, kunnu nú fáa 3. koppsetingina.

Opið verður til støkk-inn frá kl. 10 til 16, í Skálanum, á Bøgøtu 11 í Klaksvík.

Inngongdin verður við høvuðsdyrnar, sum venda móti bústovninum við Mýruveg. Útgongdin verður inni í salinum, út til Bøgøtu.

Støkk inn til 1. og 2. koppseting er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagar frá kl. 16.30 til 17.

Minnist til at hava koppsetingarkortið við.

Klaksvíkar Sjúkrahús