Støkk inn koppseting í dag 5. august

Hósdagin kunnu fólk aftur støkka inn á sjúkrahúsini og verða koppsett uttan at hava bókað tíð frammanundan.

Góð undirtøka hevur verið fyri at støkka inn til koppseting og tí verður hetta roynt aftur.

Støkk inn verða hesar tíðir hósdagin 5. august.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi kl. 17-18
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi kl. 12-13 (Umráðandi er at brúka høvuðsinngongdina, sum vendir oman móti vágni)
Á Landssjúkrahúsinum kl. 18-19

Please follow and like us: