Støðan er sera álvarsom: Metnógvir tilburðir staðfestir

Hóast allar koronakanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, ikki endaliga greinaðar, ber longu til at staðfesta, at metnógvir tilburðir verða skrásettir í dag, tá ið øll kanningarúrslitini verða tøk. Støðan er sera álvarsom, og tilmælini um at halda frástøðu og hava gott reinføri eru týdningarmiklari enn nakrantíð.

900 kanningar vórðu gjørdar á sjúkrahúsunum í gjár. Longu nú eru 33 tilburðir staðfestir, men umleið 300 kanningar eru ikki greinaðar enn, sigur Landslæknin. Tí er mest sannlíkt, at enn fleiri tilburðir verða staðfestir. Enn eru allir tilburðirnir tó ikki skrásettir í hagtalsyvirlitinum. Endaligu kanningarúrslitini verða kunngjørd skjótast gjørligt Tá ið hesin dagurin er av, verða í alt góð 400 fólk sett í sóttarhald. Tískil gerst Føroyar nú eina av teimum londunum, sum hava flest smittað fyri hvønn íbúgva. Ansa vit ikki eftir nú, so gerst hetta talið bara størri.

Í løtuni eru fleiri enn 80 persónar, sum hava fingið staðfest koronasmittuna. 32 av teimum eru tó farnir av landinum aftur, meðan ein útlendingar er innlagdur á sjúkrahúsinum. Eftir ætlan verður viðkomandi skjótt staðfestur frískur og útskrivaður. Allir persónar, sum eru staðfestir smittaðir seinastu dagarnar, hava eisini føroyskt p-tal. Sostatt eru fleiri enn 40 føroyingar smittaðir við COVID-19 í løtuni.

Smittan spjaðir seg skjótari í Føroyum enn í londum kring okkum

Tá ið tað fyri tveimum døgum síðani – tann 4.august – varð staðfest, at aktiv smitta var í føroyska samfelagnum, varð mett, at talan var um tríggjar ymsar smittuketur. Eftir drúgva smittusporing er tað sannlíkt, at talan í roynd og veru er um eina og somu smittuketu, sum er staðfest í Tórshavn á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku. Nøkur av teimum smittaðu búgva uttanfyri høvuðsstaðin, men flest teirra vórðu kortini smittað í Tórshavn. Tað er eisini staðfest, at smittan hevur breitt seg millum fólk, tá ið hesi havi verið til privat tiltøk á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku.

Tað er enn ógreitt, júst hvussu smittan er komin til landið, og talan er um eina sera smittandi og serstaka útgávu av krímsjúkuni. 4. august vóru tríggir tilburðir staðfestir, í gjár vórðu 15 tilburðir staðfestir, og í dag væntar Landslæknin, at talið av smittaðum seinasta døgnið fer at liggja um tey 40.

Smittan breiðir seg skjótari enn áður, og nógv skjótari enn í londunum kring okkum. Sambært Landslæknanum smitta fólk dagin eftir, at tey sjálv eru blivin smittað, og tað er ikki sæð fyrr í Føroyum. Hetta ger eisini, at avbyrgingin er sera torfør.

Livið sum um, tit eru sjúk

Tá smittan breiddi seg í vár, kundi tað ganga upp til fýra dagar, áðrenn ein, sum hevði fingið smittuna, smittaði onnur. Frá at vera eitt land við ongari smittu, eru Føroyar nú eitt av teimum londunum, har smittan breiðir seg skjótast. Tí er áheitanin frá Landslæknanum eisini greið: Vit mugu øll liva sum um, at vit eru sjúk. Vit mugu ansa eftir okkum sjálvum og øðrum við at halda frástøðu og hava gott reinføri.

Hóast tað enn ikki er eitt krav, so er tað eisini ein møguleiki at ganga við masku. Í londunum kring okkum, mæla myndugleikar til, at fólk brúka maskur, tá ið tey vitja støð, har nógv fólk savnast – serliga um tað er innandura, eitt nú tá ið fólk fara til handils. Eisini verður mælt til, at fólk avlýsa ella útseta komandi tiltøk, har nógv fólk eru til staðar sum til dømis veitslur, konfirmatiónir, brúdleyp os.fr.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us:

4 thoughts on “Støðan er sera álvarsom: Metnógvir tilburðir staðfestir

  1. Pingback: Harold Jahn Canada
  2. Pingback: ruger in stock

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.