Støð 3 á Sundi avhendað til SEV

31. mars bleiv nýggja Sundsverkið ”Støð 3” formliga latið SEV sløk 3 ár eftir, at fyrsta skotið bleiv latið av 24. mai 2017.

Verkætlanin er framd í einum partalagslíknandi samstarvi millum byggiharra saman við ráðgevum og arbeiðstakara. Articon hevur verið samskipandi arbeiðstakarin fyri allari verkætlanini, sum umfatar jørð- og lendisarbeiði, leiðingar í lendi, alt bygningsarbeiði, rørskipanir, el, hvs, ventilatión og málaraarbeiði. Í samstarvi við SEV hevur Articon skipað fyri útboðum av ymsum veitingum til skikkaðar arbeiðstakarar úr øllum landinum.

Samstarvið, ið hevur verið grundað á neyva leiðslu og stórt álit, hevur gingið sera væl til gangs fyri byggiharra, ráðgevar, arbeiðstakara og teir nógvu undirveitararnar, sum hava luttikið í verkætlanini. Ein orsøk til góða úrslitið er ivaleyst eitt vælskipað byggipláss, har rúm var fyri øllum luttakandi pørtunum, sum sótu tætt saman, soleiðis at tær avbjóðingar, ið altíð eru í tílíkum verkætlanum, blivu skjótt loystar. Allir partar hava sýnt stóra ábyrgdarkenslu, og tað hevur veruliga tænt verkætlanini og verið grundarlagið góða undir samstarvinum og góða úrslitinum.

Vit hava stóran part av tíðini arbeitt upp at verkætlanini hjá BWSC, sum hevur veitt motorarnar til nýggja verkið. Eisini hesin parturin hevur verið spennandi og mennandi fyri okkum, og vit halda, at hann hevur hepnast væl, og at hetta somuleiðis hevur gagnað samlaðu verkætlanini.

Vit eru sera glað fyri tað álit, okkum bleiv víst, at sleppa at standa á odda fyri hesi verkætlan, eins og vit eru sera takksom fyri tað góða samstarvið, vit hava havt við allar luttakandi partar.

Kelda: Atricon

SáH

Lýsing Grillin hjá Símun – Maverick

Please follow and like us:

One thought on “Støð 3 á Sundi avhendað til SEV

  1. Pingback: 온라인홀덤

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.