Stjørnan og Polarhav komin aftur við 130 tonsum av gullaksi

Stjørnan og Polarhav komu aftur til Klaksvíkar tíðliga fríggjamorgunin. Teir høvdu partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir høvdu 130 tons av gullaksi.

Landa var til Kósina klokkan 08:00, tá ið liðugt var at landa, var lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir byrjaði túr tann 10. juli.

Stjørnan og Polarhav eru longu farin til fiskiskap aftur.

SáH

Please follow and like us: