Stjørnan og Polarhav hava rokast og eru komnir aftur til Klaksvíkar fullfermdur

Polarhav og Stjørnan. Mynd tikin tann 17.02.2022 klokkan 07:55 og vera teir landaðir júst nú.

Stjørnan og Polarhav komu aftur klokkan 2 í nátt og hava teir partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava heilið 450.000 pund og eru fullfermdur, tað mesta var upsi.

Landa verður til Kósina í løtuni.

Teir byrjaði túr tann 10. februar, sostatt bert fiska í eina viku.

SáH

default
default
default
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: